Til at handfara keyp verður Quickpay brúkt. Quickpay veitir í samstarvi við Nets og Teller vissu fyri, at kortupplýsingar verða bronglaðar umvegis SSL.
Keldan hevur onga atgongd til upplýsingar á tínum gjaldskortið.
Tú kanst rinda við Dankort/Visa-Dankort, Visa, Visa-Elektron, EuroCard/MasterCard, JCB og American Express.
Er talan um eina fysiska vøru verður keypsupphæddin verður ikki trekt av kontuni fyrr enn vøran er send.
Avgreiðslutíð fyri bílagdar vørur er vanliga upp til 7 yrkadagar, um vøran er á goymslu.
Er vøran ikki á goymslu, er avgreiðslutíðin longri.
Frakt verður avgreidd sambært tí avgreiðslu- og postgjaldi, ið er í gildi. Hetta gjald verður lagt oman á vørukostnaðin.
Posta avgreiðir allan vøruflutning.
Neyðugt er at stovna eina kontu fyri at keypa. Vit skráseta fornavn, eftirnavn, bústað og teldupost. Henda kunning verður brúkt til at avgreiða tína bílegging. Upplýsingarnar, ið eru skrásettar, verða ikki brúktar til annað endamál.
Keldan nýtir Google Analytics til at innsavna hagtøl og nýtslumynstur.
Ynskir tú at gera brúk av iðrunarrættinum er hetta møguligt upp til 14 dagar eftir at vøran er keypt. Frá fráboðan eru 14 dagar afturat til at vøran í seinasta lagi skal verða leverað aftur í handilin. Verður vøran fraktað stendur tú sjálvur fyri fraktgjaldið.
Hevur vøran ein feil ella mangul hevur tú sambært lóg 2 ára reklamatiónsrætt. Um tørvur er á hesum verður tú biðin um at seta teg í samband við keldan@keldan.fo ella ringja á 44 25 00.
Keldan
Skálafjarðarvegur 26
485 Skálafjørður
Telefon: (+298) 44 25 00
Teldupost: keldan@keldan.fo
V-tal: 386049